Tænasta

Vit bjóða okkum fram at kanna og arbeiða uppá júst
tykkara útgerð!

Okkara serfrøði og okkara drúgvu royndir við umvælingum og viðlíkahaldi í at vikla
el-motorar og generatorar gerð okkum til besta elektromekaniska verkstað í Føroyum.  

Vit eru einaumboð uppá vælumtóktu BEVI el-motorarnar og veita eitt breitt úrval av standard og marine el-motorum frá BEVI og VEM.
Vit hava hópin av eykalutum til el-motorar á goymslu, so sum viftur, legur, klemmubrettir v.m.

Vit veita eitt breitt úrval av pumpum til skip og ídnað, so sum
dykkpumpur, transferpumpur, sentrifugalpumpur og tannhjólspumpur. Vit skaffa eisini eykalutir og umvæla øll sløg av pumpum.

Vit veita tænastu um alt land.