Johannes Sólsker hevur síðan 1972 arbeitt í elektromekanisku vinnuni. Hann byrjaði í læru hjá Kaj Gaard og helt áfram hjá Eyðun Jespersen í nøkur ár. Fór síðan til El-talvuvirkið, har hann hevði ábyrgdina av elektromekaniska arbeiðinum. Spf Johs.Elektro varð sett á stovn í 2009, tá ið Jóhannes Sólsker valdi at byrja egið virki.
Í 2017 valdi Johannes Sólsker at selja felagið til KSS. Bæði Johannes og Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, mettu, at elektromekaniski parturin í Føroyum skuldi styrkjast. Teir høvdu báðir sæð, at tey seinastu árini vóru føroyingar byrjaðir at senda generatorar og el-motorar av landinum, til viklingar og umvælingar.
Í dag starvast 3 fólk á verkstaðnum hjá Johs.Elektro, umframt at møguleiki er at brúka fólk frá KSS.
Málið, sum Johannes Sólsker setti sær, tá ið hann byrjaði virkið — og sum altíð hevur eyðkent hansara arbeiðshátt — verður støðugt uppfylt. Dygdin er sett í hásæti og kundin fær ta ráðgeving, honum tørvar.
Umframt dagført verkstað til reinsan av generatorum og endurvikling av el-motorum, veitir Johs.Elektro ein hóp av el-motorum, girum, trumlumotorum, pumpum og eykalutum av goymslu.