Hevur tú hug til elektromekanikk?

JOHS.ELEKTRO søkir eftir lærlingi til elektromekanikara.

FREISTIN AT SØKJA LÆRUPLÁSSIÐ ER FARIN.

Vit eru ein elektromekaniskur verkstaður, sum veitir loysnir innan el-motorar, generatorar, trumlumotorar, pumpur, gear v.m.

Vit vænta av tær, at

  • tú hevur áhuga í elektromekanikki og hevur tøkniligt tev
  • tú ert ágrýtin at arbeiða og íðin at læra
  • tú hevur lætt við at samskifta við kundar
  • tær dámar ordan og trívist í einum umhvørvi, har vit ofta hava úr at gera

Verkliga læran er í Klaksvík, meðan skúlagongdin er skipað við styttri skúlaskeiðum í Danmark. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur Yrkisnám 1 innan el, men annars verður hetta tikið á Tekniska Skúla.

Lønin er sambært handverkarasáttmálanum.

Um tú heldur hetta vera áhugavert, send eina umsókn við viðkomandi skjølum til esther@johselektro.fo við frámerkinum ”Umsókn”. Freistin at søkja er 31. januar 2021.

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@johselektro.fo.